Móðurmálskappi er fluttur um sýn;
breyt upp úr nýggjum, hóast onnur vóru í iva,
vendi sær málsliga til mín og tín,
soleiðis at móðurmálið ikki varð sett í kliva.
Málfrøði sum kynstur hóast smærri kor;
orðabókin ment og víðakend;
tyrla og telda væl smíðaði orð,
hóast onkur helt tey vera forbrend,
Lunnar undir Føroyamálsdeild legði;
læring og gransking á høgum støði:
málið gevur í dag meira smør á breyðið,
hóast tógvið málstríð við møði.
Móðurmálið er í dag í góðum hondum;
takkað verið kappanum í Kirkjubø,
sum nú hevur slept jarðarinnar bondum,
og saman við forfedrum plantar himinsins móðurmálstrø.
Henrik Weihe Joensen
20. desember 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo