HSF: Hondbóltssambandið hevur sett Mladen Mjerimacka í parttíðarstarv sum málverjamennari.
Nýggja starvið er liður í at lyfta týdningarmikla leiklutin hjá føroysku málverjunum.
Mladen Mjerkimacka er úr Serbia og kent andlit í føroyskum hondbólti, har hann hevur staðið í mál hjá VÍF seinastu 7 kappingarárini. Mladen hevur eisini verið málverjavenjari hjá ungdómslandsliðum, og er í løtuni knýttur at kvinnulandsliðnum, sum skal til EM-endaspælið seinni í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo