Svenska fyritøkan Minesto, sum í fleiri ár hevur gjørt royndir við at framleiða elorku úr sjóvarfallinum í Vestmannasundi, hevur nú tikið samanum árið. Staðfest verður, at tað hevur gingið eftir ætlan, og drekarnir, sum ætlandi skulu út í Vestmannasund ella Hestfjørð, kunnu framleiða 3,5 giga watt tímar árliga.
Royndir eru gjørdar í Vestmannasundi, Hestfirði og í Strangford Lough í Norðurírlandi.
Minesto ger royndirnar í Føroyum í samstarvi við SEV.
Meira kann lesast á Renewable Energy Magazine.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo