Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV ger royndir at vinna elmegi úr sjóvarfallinum í føroyskum sundum og firðum, hevur gjørt avtalu við Vestmanna kommunu um at leiga eitt gott 2.000 fermetra stórt øki Inni á Fjørð í Vestmanna til sítt virksemi í Føroyum.

Økið er fyrireikað og gjørt byggibúgvið og í næstum verður ein stýringsstøð eins og hentleikar til viðlíkahald av sjódrekunum, sum framleiða streymin úr sjóvarfallinum, sett upp.

Arbeiðið at leggja út fundament og fortoyningar til størru drekarnar, sum byrjaði herfyri, er nú liðugt, og tað arbeiðið gekk sambært ætlanunum.

Á myndini eru umboð fyri Minesto, SEV og Vestmanna Kommunu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo