Tórshavnar kommuna: Miðnám á Kambsdali hevur í skúlaárinum 2017-2018 samstarvað gjøgnum Nordplus við ein svenskan og ein finskan miðnámsskúla.
Tey á Kambsdali hava vitjað bæði í Svøríki og í Finnlandi, og nú eru 10 næmingar úr hvørjum landi á vitjan í Føroyum.
Nógv áhugavert er á skránni, millum annað ein túrur til Havnar.
Í morgun hava tey verið til framløgu á Ráðhúsinum hjá borgarstjóranum, Anniku Olsen, eins og tey hava vitjað í býráðssalinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo