ALS: Arbeiðsloysið í Føroyum hevur verið støðugt lækkandi seinastu 12 árini ella so, og arbeiðsloysið hevur ongantíð verið lægri, enn tað er nú.
Í so máta var týsdagurin í farnu viku ein serligur dagur í søguni hjá ALS.
Hendan dagin rindaði ALS bara 138 fólkum arbeiðsloysisstuðul. Tað er lægsta talið av fólki, sum nakrantíð hava fingið arbeiðsloysisstuðul eitt vanligt útgjaldsskeið, síðani ALS var stovnað fyri meiri enn 30 árum síðani.
Upphæddin, ið var goldin hesum 138 fólkunum, var 948 tús. krónur, sum svarar til slakar 6.900 krónur í miðal til hvønn persónin.
Vanliga arbeiðsloysið er vorðið so lágt, at tað øll útgjaldsskeiðini higartil í ár hava verið færri fólk, sum hava fingið vanligan arbeiðsloysisstuðul, enn tað hava verið fólk, sum hava fingið arbeiðsloysisstuðul úr fiskavirkisskipanini.
Vanliga plagar talið av viðskiftafólkum hjá ALS at kvinka uppeftir út á heystið og veturin, og væntandi verður tað eisini gongdin í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo