Við ársbyrjan 2022, góð trý ár eftir stovnan av Heimafriði, kunnu vit gleðast um ásetingarnar við mørkum fyri óljóði frá skipum, sum komu í gildi í gjár.
Hóast markvirðið er sett alt ov høgt, so er tað ein byrjan og eitt fantastiskt framstig.
Frá, at myndugleikarnir avvístu alt, eru vit nú á veg móti markvirðum, sum londini rundanum okkum longu hava ásett.
Heimafriður fer áhaldandi at arbeiða fyri at lækka hámarksvirðini fyri óljóði, svarandi til ásetingarnar í grannalondunum.
Heimafriður ynskir øllum eitt gott og eydnuberandi nýggjár.
Mynd: Tórshavnar havn.
Vinaliga
Felagið Heimafriður
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo