A.P. Møller-Mærsk er farið undir at hava samrøður við yvir 350 kvinnur sum sigla við skipum hjá reiðarínum.
Eftir at DR Nyheder sunnudagin hevði søguna um 31 ára gomlu Ashley Codrington, sum fekk fleiri boð frá kapteyninum, sum fóru yvir mark, umborð á einum Mærsk skipi, viðgongur Mærsk nú, at reiðaríið hevur ein trupulleika við særandi atburði millum sjófólkini, skrivar DR.DK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo