Sum Lundi á Jólanátt er gamalt føroyskt orðafelli sigur. Tað verður brúkt um nakað, sum er sjaldsamt.
- Í fjør megnaðu vit tað ikki. Jólaølin frá OY gjørdist jólatrøll. Men í ár eru vit klár við okkara nýggju jólaøl, siga tey hjá OY bryggjarínum í Havn.
Lundi á Jólanátt er væl jólakryddað, við anilsi av anis, ikki ov beisk, ikki ov søt, men høvilig. Myrk sum árstíðin, forkunnug sum Lundi á Jólanátt. Og hon smakkar sjáldsama væl.
- Lundi á Jólanátt sæst bert fáar vikur fram til jóla og knappiliga hvørvur hann aftur. Hann sæst í sjoppini á OY, í Rúsuni ella kanska á onkrari matstovu kring landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo