Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Atli Gregersen er stjóri í Luna.

Atli Gregersen er stjóri í Luna.

Atli Gregersen er stjóri í Luna.

Partafelagið Luna, sum er eitt av trimum alifeløgum í Føroyum, hevði smáar 204 mió kr í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við smáar 92 mió kr fyri árið frammanundan.

Orsøkin til nógv betraða úrslitið skal fyrst og fremst finnast í søluni, sum var áleið 240 mió kr størri í fjør.

Luna alir laks í Sørvági, Miðvági, Vestmanna og Hestfirði og framleiðir smolt til egna nýtslu á Fútakletti. Laksurin verður kruvdur og virkaður á virkinum í Sørvági.

Í frágreiðingini endurtekur leiðslan, at lúsin er størsta hóttanin ímóti føroysku alivinnuni.

- P/F Luna metir støðuna við laksalús at vera sera álvarsama og ein beinleiðis hóttan ímóti alivinnuni í Føroyum. Felagið gongur á odda fyri at herða stríðið ímóti lúsini, og at tann almenni myndugleikin fær heimildir at gera kunngerðir sum eru nóg strangar og at ansa eftir at tær verða hildnar, sigur leiðslan millum annað. Partur av stríðnum ímóti lúsinin er rognkelsini, sum verða sett út. Eisini verða royndir gjørdar við meira afturlætnum ringum í Sørvági eins og størri smolt verða sett út, til tess at stytta um tíðina á sjónum. Royndirnar eru jaligar, upplýsir leiðslan.

Upplýst verður eisini í roknskapinum, at sølan til Russlands í fjør minkaði úr 380 mió kr til 38 mió kr. (Hetta var áðrenn kríigið brast á). Samstundis vaks sølan til USA úr 377 mió kr til 602 mió kr. Sølan til Europa vaks við 43 mió kr til 131 mió kr og í Danmark var í fjør selt fyri 127 mió kr í mun til onki frammanundan. Heimamarknaðurin stóð í fjør fyri 107 mió kr, 35 mió kr meira enn árið fyri.

Fíggjarstøðan hjá Luna javnvigaði við 204 mió kr og eginognin er ein góð milliard krónur.

Atli Gregersen er stjóri í Luna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo