Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tann einans 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag hevur fingið eina flúgvandi byrjan í árligu føroyameistarakappingini. Hann hevur sum tann einasti fult stigatal eftir fyrstu trý umførini. Mótsøðumenn hansara hava verið Hans Kristian Simonsen, Margar Berg og Rani Nolsøe.

Í hølunum á honum er stórfavoritturin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag við 2½ stigi. Høgni hevur vunnið á Heiðriki Jacobsen og Heðini Gregersen og telvað remis móti Hans Kristiani Simonsen.

Støðan í Landsliðsbólkinum:

1 Luitjen A. Apol (2126) HT 3

2 Høgni Egilstoft Nielsen (2396) ST 2½

3 Andrias Danielsen (1886) TT 2

4 Hans Kristian Simonsen (2147) KT 2

5 Heðin Gregersen KTF (1804) 2

6 Heiðrikur Jacobsen (1873) HT 1

7 Rani Nolsøe (2061) KTF ½

8 Margar Berg (1912) HT 0

Fjórða umfar er í morgin kl. 14.00. Tá verður telvað soleiðis:

Høgni Egilstoft Nielsen - Margar Berg

Rani Nolsøe - Hans Kristian Simonsen

Heiðrikur Jacobsen - Luitjen A. Apol

Heðin Gregersen - Andrias Danielsen

Hinir bólkarnir
Í almenna bólkinum hevur Flóvin M. Tummasarson úr Klaksvíkar Talvfelag gjørt bart. Hann er einsamallur á odda við fullum stigatali. Honum næstir eru Rógvi Mørkøre úr Kollafjarðar Talvfelag og Silas Hannesarson, báðir við 2½ stigi. Ellivu telva í almenna bólkinum.

Í unglingabólkinum hevur Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag tikið dik á seg og lagt seg á odda við trimum sigrum í trimum umførum. Honum næstir eru fýra telvarar við 1½ stigum hvør. Einans sjey kappast í unglingabólkinum.

Meira er um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo