Á fleiri fundum hava fólk úr kjarnanum hjá Vladimir Putin forseta seinastu mánaðirnar lagt ætlanir um, hvussu Russland kann sáa ótta í Evropa og restina av Vesturheiminum.
Tað er gjørt í tøttum samstarvi við eina propagandafyritøku í Moskva, sum breiðir út streymar av misinformasjón, falskar søgur og milliónir av pro-russiskum viðmerkingum á sosialu miðlunum sum Facebook og Telegram.
Endamálið er at fáa evropearar at óttast eitt kjarnorkukríggj, so teir fara at trýsta sínar stjórnir at steðga hjálpini til Ukraina.
Tað vísa innanhýsis skjøl, video og annað tilfar frá russisku fyritøkuni Social Design Agency.
Millum annað hevur felagið uppfunnið søgur um, at Evropa fer ikki at fáa nakran hita og vanta fepurminkandi heilivág, sum fer at elva til "munandi øktan barnadeyða", stendur í uppskotinum um eitt ræðsluátak.
Social Design Agency hevur eisini í kvittanum eina røð av falskum uppsløgum á sosialu miðlunum, har íspunnir evropearar síga seg stúra fyri einum kjarnorkukríggi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo