Fyrispurningur um endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, settur landsstýrismanninum í almannamálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)
Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?
2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?
Svar:
1. Hvør er orsøkin til, at endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið til dømis ber brek ella hevur varandi sjúku, ikki eisini verður veitt fyri frítíðarløn?
Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur (og sambært tilhoyrandi kunngerð) verður endurgjald veitt fyri mista arbeiðsinntøku í sambandi við ansing av barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku. Tað verður veitt fult endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku tó í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin, umframt frítíðarløn og bundið eftirlønargjald sambært løgtingslóg um eftirløn.
Í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, sum varð sett í gildi 1. januar 2021, varð bøtt um skipanina við endurgjaldi fyri mista arbeiðsinntøku, soleiðis at frítíðarløn var løgd afturat hámarksupphæddini, sum tá var 25.000 kr. um mánaðin. Áðrenn tað var hægst møguliga endurgjald ásett til 25.000 kr. íroknað frítíðarløn. Tað merkti, at frítíðarlønin varð drigin frá teimum 25.000 kr., og í praksis var hægsta endurgjaldi sostatt umleið 22.300 kr.
Eisini varð ásett í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, at hægst møguliga endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku verður javnað árliga. Upphæddin er í 2023 javnað til 25.832 kr. um mánaðin.
Ein persónur við arbeiðsinntøku á t.d. 25.000 kr. um mánaðin, sum fer av arbeiðsmarknaðinum fyri at vera um sítt barn, ið ber brek, fær hvønn mánað endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku frá Almannaverkinum. Í hesum føri er endurgjaldið 25.000 kr.
Umframt mánaðarligu veitingina verður ein upphædd svarandi til 12 % av veitingini (í hesum føri 3.000 kr.) veitt sum frítíðarløn. Frítíðarlønin frá Almannaverkinum verður útgoldin fyrst í mai mánað, sum onnur frítíðarløn eisini verður. Tann mánaðin er sostatt ikki talan um nakran inntøkumiss, og verður tískil ikki onnur veiting útgoldin frá Almannaverkinum.
Ein persónur, sum fær endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, fær sostatt veitingina frá Almannaverkinum í 11 mánaðir um árið. Tann 12. mánaðin fær viðkomandi frítíðarløn.
Tað merkir, at viðkomandi eisini fær endurgjald fyri inntøkumiss frá Almannaverkinum, um hann t.d. fer í feriu í juli mánað og harvið missir løn.
2. Ætlar landsstýrið at broyta hesa ásetingina?
Soleiðis sum skipanin er í dag verður fult lønarendurgjald veitt teimum, sum eru heima hjá barni, ið ber brek ella hevur varandi sjúku (tó við einum hámarki). Tað liggur sostatt ikki í kortunum at broyta skipanina við frítíðarløn í sambandi við endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku.
Tað kemur tó meira enn so fyri, at mál stinga seg upp, sum almannalóggávan ikki tekur hædd fyri, og fái eg kunnleika til, at tað eru viðurskifti í sambandi við frítíðarløn og endurgjald fyri mista arbeiðsinntøku, sum seta familjur í óhepna støðu, so eri eg sinnað at taka málið upp politiskt.
Tórshavn, 2. februar 2023
Sirið Stenberg
landsstýrismaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo