BirkBlogg: Fjøruti ára konsertin, ið hevur heitið Leysir endar, er í veruleikanum ein útgávukonsert hjá Tutl, sum byrjar við týðingini hjá Anniku sjálvari og Marionnu og Dániali Hoydal av Gracias a la Vida. Sangurin, ið er kendur við Joan Baez, kom á okkara leiðir, tá finska Arja Saijonmaa sang hann á svenskum, Jag vil tacka livet, eftir at Oluf Palme eisini fall fyri kúlum, men frá einum drápsmanni, tað var í 1986. Ein stórur og væleydnaður sangur at byrja við, tí hann er so tvítýðugur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo