Tórshavnar kommuna: Endurnýta vit leikur, minka vit um burturkastið. Við hesum í huga lat Føroya fyrsta almenna leikasavn upp á Býarbókasavninum fyri tveimum árum síðani.
Børn og avvarðandi hava tikið væl ímóti hesum tilboði, og í 2019 vóru samlað 729 útlán.
Serliga eru rennifjalir rulluskoytur væl dámdar umframt leikur frá bObles.
##med2##
Fyri at menna átakið eru nýggjar leikur keyptar í ár m.a. fleiri rulluskoytur og rennifjalir - umframt træleikur frá Skovalfen og Grimm’s.
Dentur verður lagdur á at keypa inn dygdarleikur, ið eru skynsamar fyri børn og umhvørvið.
Býarbókasavnið er opið gerandisdagar frá 10-18.
##med3##
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo