- Vit heita inniliga á tykkum um at endurskoða avgerðina. Ensku tíðindini gera tað lættari hjá okkum at skilja samfelagið og kenna okkum at hoyra til her, verður millum annað sagt í innsavning av undirskriftum, sum útlendingar búsitandi í Føroyum hava byrjað á netinum, nú Kringvarpið hevur gjørt av at niðurleggja hesa tænastuna vegna sparingar.
Í skrivandi løtu hava 70 fólk skrivað undir.
Tað var fyri nøkrum árum síðani, tá Johnny í Grótinum var stjóri, at Kringvarpið gjørdi av at fara undir tænastuna at hava ensk tíðindi á netsíðuni. VP hevur spurt Ivan Niclassen, stjóra, um eina viðmerking. Hann lovaði í gjár at venda aftur í dag.
Les eisini: Kringvarpið gevst við enskum tíðindum
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo