Ítróttarfelagið Frælsi: Landsverk letur Vatnavegin aftur, frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina til flogvøllin, leygardagin 7. september í tíðarskeiðinum kl. 11.30 - 13.00 í sambandi við Føroya vakrasta hálvmaraton.
Metstórur áhugi er fyri tiltakinum aftur í ár, har luttakarar ganga og/ella renna úr Gásadali til Sandavágs, við 800 luttakarum.
Vága bjargingarfelag tekur sær av vaktarhaldinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo