Skúlablaðið: Frammi hevur verið, at møguliga skal skipanin við royndum og landsroyndum broytast. Arbeitt hevur verið hesum, men lítið hevur verið at hoyra um, hvussu gongur við hesum.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálaráðið, sigur við Skúlablaðið, at tað verður framvegis arbeitt við hesum. Eisini er greitt, at skipanin við landsroyndum verður ikki broytt í hesum skúlaárinum.
Arbeitt hevur verið við at endurskoða royndir og landsroyndir, og tú hevur áður verið frammi og sagt at hetta er arbeiði, ið fer fram og er ávegis. Hvussu gongur við hesum?
- Arbeiðið við at endurskoða skipanina við royndum og landsroyndum er ikki komið so langt enn, men verður framvegis fyrireikað í fyrisitingini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo