Ein maður sum í vár fekk ein dóm uppá sjey ár fyri ein tilburð í Miðvági í desember 2019 fekk onki burtur úr at kæra dómin til hægri rætt.
Landsrætturin hevur staðfest dómin, skrivar Kringvarpið.
Maðurin er dømdur fyri drápsroynd og fyri at hava vápn og lóður ólógliga.
Maðurin var 37 ár tá hendingin fór fram.
Tað vóru nevningating sum dømdu mannin, bæði í Føroyarætti og Landsrættinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo