Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður
Svarari: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum
Evni: Landafrøðiligt býti av øktum rakstrarútreiðslum

Spurningar:
1. Hvussu nógv er raksturin á landsins fíggjarlóg við staðseting í høvuðsstaðnum samanborið við restina av landinum í krónum og prosentum í tíðarskeiðnum 2012-2022?

Viðmerkingar:
Ein munandi rakstrarvøkstur er farin fram á fíggjarlógini síðan fíggjarkreppuna fyri góðum 10 árum síðan.

Hetta er bæði komið av øktum virksemi/tænastum hjá landinum, og av øktum lønarkostnaðum og øðrum.

Tað vísa seg at vera ymiskar fatanir millum fólk av, hvar hesin vøksur er farin fram.

Ofta verður av summum ført fram, at tað almenna í Havn veksur nógv skjótast, og tí er mest upplagt at halda aftur í útreiðslunum har, meðan nøkur føra fram, at støðan er beint mótsatt og at útreiðslurnar kring landið vaksa mest.

Hesin spurningur er ætlaður fyri at fáa greiðu á, hvussu veruliga støðan er.

Á Løgtingi, 6. september 2023
Eirikur í Jákupsstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo