- Í juli var laksaprísurin væl yvir 50 krónur kilo á heimsmarknaðinum, men nú liggur hann um 30 krónur kilo, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.
Spurdur um orsøkina, sigur Atli Gregersen, at av tí at gingist hevur væl í alivinnuni, so er útboðið vaksið nógv, og tá fer prísurin niður.
- Men hetta fer nokk at stabilisera seg, tí tá ið prísurin fer niður, so verður selt meira, sigur Atli Gregersen.
Sambært NRK, er prísurin í Noregi síðani juli fallin úr yvir 60 nkr til undir 40 nkr, og eru tað tí norskir alarar sum ikki tjena pengar nú.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo