Hann er kendur sum læknin frá "Lægens bord" – á føroyskum var tað vist "Læknin hevur orðið".
Peter Qvortrup Geisling dugir framúr væl at greiða stóru fjøldini frá um heilsu, kropp og sjúkur. Hann er mest brúkti heilsuserfrøðingurin hjá Danmarks Radio, og eisini her í Føroyum kenna mong dugnaliga og blídliga læknan.
Peter Qvortrup er eisini stórur fjeppari av Shu-bi-dua, og nú bólkurin hevur havt 50 ára jubileumskonsertir kring alt Danmark, hevur læknin verið við á ferðini. Hann hevur verið frásøgufólk hjá Shu-bi-dua, og tað verður hann eisini nú leygarkvøldið, tá ið Shu-bi-dua 2.0 hevur stóra konsert í Høllini á Hálsi í Havn.
Læknin fer við onkrum smáum søgum og frágreiðingum at krydda framførsluna hjá Shu-bi-dua 2.0, nú teir taka saman um 50 ár við óteljandi hittum.
Shu-bi-dua 2.0 spælir jubileumskonsert í Høllini á Hálsi leygarkvøldið kl. 22. Eisini fara Dynamit, Herborg Torkilsdóttir og Eyðun Nolsøe at framføra.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo