Á Mentanarnáttini fríggjadagin 7. juni 2019 verður sera snøgga fimmmannafarið, sum er smíðað á Tórshavnar Kvøldskúla vetrarnar 2017/2018 og 2018/2019 eftir aldargomlum sniði og tekningum, víst fram á Bursatanga frá kl. 16.00.
Undirvísari hevur verið Andrass Joensen, bátasmiður.
Kl. 17.30 heldur Hanna Jensen, landsstýriskvinna í mentamálum, røðu um týdningin at varðveita føroyska handverkið og siðaarvin í samband við føroyska bátin.
Eftir røðuna handar Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, "Kiwanisnøgluna" og hervið bátin til ognar.
Eftir handanina verður báturin flotaður.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo