Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Tað var ein lýsing eftir kvinnuligum rógvarum í Tingakrossi í juli 1918, sum setti gongd á kvinnuróður í Føroyum.

Høvið var tilstundandi ólavsøkuróðurin, og líka síðan hevur ólavsøkuróðurin verið fastur táttur av ólavsøkuni, ið sostatt hevur 100 ár á baki í ár.

Avsendarin av lýsingini var Andrea Árting, og hennara ynski var at prógva, at kvinnur kundu hava eins gott áralag sum menn.

Undirtøkan fyri at luttaka á ólavsøkuróðrinum var so mikið góð, at tað eydnaðist Andreu at manna fimmmannafarið “Kristina” til ólavsøkuna í 1918. 

Kappróður var hennara stóri áhugi innan ítróttina, men Andrea brendi eisini fyri at tryggja javnrættindi millum menn og kvinnur í heila tikið.

Hon stóð á odda í ótroyttiliga stríðnum, sum endaði við at kvinnur og menn loksins fingu somu løn fyri sama arbeiði í 1981.

Tað er eisini hetta stríðið, ið hevur gjørt hana til ta stóru fyrimynd, hon er í dag.

Nú landið er í stevnu- og kappróðrarhýri, og ólavsøkan stundar til, ynskir Tórshavnar býarsavn at varpa ljós á hesa megnarkvinnu, sum slóðaði fyri, at kvinnur fóru at luttaka í føroyskum kappróðri og í almenna rúminum sum heild.

Í hesum sambandi letur spennandi framsýning um Andreu Árting upp í hølunum innast á veghæddini hjá Býarbókasavninum mikudagin 11. juli kl. 10. 

Ivan Niclassen hevur framleitt tilfarið til framsýningina, og veitarar av myndum og skjølum eru Bjarni Rubeksen, Eyðun Árting, Kári Árting, Alan Brockie, Kalmar Lindenskov, Tjóðsavnið og Landsbókasavnið. 

Framsýningin verður opin til 12. august og er samskipað av Tórshavnar býarsavni.

Á móttøkuni mikumorgunin fer Marin Katrina Frýdal, býráðslimur, at siga nøkur orð, og Býarbókasavnið bjóðar ein kaffimunn.

Øll eru vælkomin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo