Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: VP

Mynd: VP

Mynd: VP

Fyri nøkrum vikum síðani fekk Starvsfelagið ein fyrispurning frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum um leigu av øllum Smærubygninginum. T.v.s øllum bygninginum uttan auditorium. Sigast skal, at Starvsfelagið ikki hevur søkt Barna- og útbúgvingarmálaráðið eftir at leiga Smæruna, men at hetta var ein møguleiki, sum varð lagdur fyri okkum.

Nevndin viðgjørdi fyrispurningin á nevndarfundinum hósdagin 20. apríl og er komin til ta niðurstøðu, at vit ganga fyrispurninginum frá Barna- og útbúgvingarmálaráðnum á møti.

Orsøkirnar til, at nevndin gjørdi av at ganga umsóknini á møti, eru fleiri í tali. Fyrsta uppgávan hjá Starvsfelagnum og nevnd felagsins er at tæna áhugamálunum hjá limunum. Tað eru limirnir, sum eiga felagið og Smæruna, og tí hevur nevndin skyldu til at umsita ognina á besta møguliga hátt vegna limirnar.

Síðan vit keyptu Smæruna og umvældu bygningin í 2016, hava nógvar fyritøkur og felagsskapir leigað skrivstovur frá okkum til sítt virksemi. Nógvir leigarar eru komnir og farnir hesi árini, og vit hava gjørt okkum royndir sum útleigari, sum vit hava lært nógv av.

Sum tað fyrsta, hava vit lært, hvussu nógv umsitingarlig orka skal til fyri at reka leigumálini. Og vit meta, at við at hava eitt langtíðarleigumál við einum leigara heldur enn 15, fara vit at brúka hesa orkuna uppá at tæna okkara limum betur, enn vit kunnu í dag.

Vit hava eisini lært, at við verandi leisti, so ber íløgan í Smæruni seg ikki nóg væl. Við at leiga allan bygningin til Barna- og útbúgvingarmálaráðið, eru fíggjarligir fyrimunir fyri Starvsfelagið og limir tess. Hóast fermetrakostnaðurin er tann sami sum áður, og at Barna- og útbúgvingarmálaráðið ikki hevur yvirbjóðað nakran verandi leigara, fær felagið størri inntøku og betri forrenting við tað, at felagsøkini verða tald uppí fermetratalið, sum verður útleigað. Vit vænta eisini, at auditoriið verður meira útleigað við nýggja leigaranum og meira brúkt, enn tað verður í løtuni.

Vit hava verið góð við okkara leigarar, harav fleiri hava verið leingi í Smæruni, og vit eru sjálvandi hørm um at uppsiga teirra leigumál. Og vit skilja eisini, at leigararnir eru harmir um íkomnu støðuna. Í samband við tilgongdina av uppsøgnunum, sum eru handaðar, hava vit eisini tryggjað okkum, at alt er farið rætt fram og eftir øllum treytunum í leigusáttmálunum við allar leigarar í Smæruni.

Síðan vit kunnaðu leigararnar í Smæruni um ætlanina at uppsiga teirra leigumál, hevur felagið og hetta málið fingið nakað av umrøðu í miðlunum og hevur enntá verið umrøtt í onkrari røðu á altjóða arbeiðaradegnum 1. mai. Hetta er ikki í sær sjálvum ein trupulleiki. Men vit kunnu staðfesta, at summar útsøgnir hava verið, sum vit ikki kenna okkum aftur í, og sum ikki kunnu lata standa ósvaraðar. Eitt nú, at vit nú fara undir dýnuna saman við arbeiðsgevararnum við at leiga út til mótpartin í sáttmálasamráðingum, og at samráðingar framyvir kunnu ávirkast av hesum leigumálinum, tí at partarnir kunnu hótta við at uppsiga leigumálið, um annar parturin ikki fær síni ynski ígjøgnum. Hetta er heilt einfalt ikki sannleikin.

Leigumálið er við Landsverk vegna aðalráðið Barna- og útbúgvingarmálaráðið. Barna- og útbúgvingarmálaráðið er ikki okkara arbeiðsgevari og mótpartur í nøkrum sáttmálasamráðingum. Okkara mótpartur á sáttmálaøkinum hjá landinum er lønardeildin, sum er undir Fíggjarmálaráðnum.

Avgerðin at spyrja Starvsfelagið um at leiga Smæruna er ikki ein politisk avgerð, sum er tikin í nøkrum politiskum flokki, men er púra fyrisitingarlig uttan politiska uppíblandan. Starvsfelagið hevur einans havt samband við Landsverk og fyrisitingarligu leiðsluna í aðalráðnum í hesum málinum.

Eisini er spurt eftir, hvat Starvsfelagið ger við avbjóðingar á bústaðarøkinum. Starvsfelagið eigur saman við øðrum í tryggingarfelagnum LÍV, og hevur størsta ognarlutin av fakfeløgunum. Tí hevur felagið umboð í nevndini í LÍV og hevur leingi brúkt ávirkanina til, at LÍV skal virka á leiguíbúðarmarknaðinum. Hetta hevur viðført, at LÍV er miðvíst farið at arbeiða við at gera íløgur í føroyska leiguíbúðarmarknaðinum, og hevur nú gjørt samstarvsavtalu við Bústaðir um verkætlanina Heimasta Horn II. Talan er um 22 leigubústaðir í fyrstu atløgu, og ætlanin er, at fleiri slíkar verkætlanir verða lagdar afturat samstarvinum.

Starvsfelagið hevur ikki gloymt sítt endamál og tænir ikki limunum verri, av at felagið hevur gjørt íløgur í ognir vegna limirnar. Felagið er stórt og sterkt, eisini fíggjarliga. Orsøkin til, at felagið er væl fyri fíggjarliga, er tí, at vit til eina og hvørja tíð skulu kunna fíggja eitt møguligt verkfall. Orsøkin er ikki, at vit hava tikið ov nógv inn í limagjøldum.

Vit mugu og skulu hava ein sterkan verkfalsgrunn fyri at vera ein týdningarmikil aktørur á føroyska arbeiðsmarknaðinum og fyri at tryggja, at vit framhaldandi kunnu stríðast fyri betri korum til okkara limir. Allar avgerðir, sum verða tiknar av nevndini og felagnum, verða tiknar við áhugamálunum hjá okkara limum fremst í huga. Altíð.

Nevndin í Starvsfelagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo