Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Um fáar dagar skipar áhugabólkurin «Lutaíbúðir» fyri kunnandi fundi um lutaíbúðabygging í Føroyum, í hesum føri fyrst og fremst í miðstaðarøkinum.

Lógargrundarlagið fyri tílíkari bygging er nærum 12 ár, men enn er lítið komið burturúr. Nakrar fáar íbúðir, sum eru komnar, eru smíðaðar í samstarvi við «Bústaðir». Men tær eru ov fáar til, at tær nøkta ovurstóra íbúðatørvin kring landið, serliga á størru plássunum og í miðstaðarøkinum.

Tí skipa vit í áhugabólkinum «Lutaíbúðir» fyri hesum kunnandi fundinum á Finsen komandi mikukvøld klokkan sjey. Skráin verður fjøltáttað: har verður greitt frá, hvussu ætlanin er at byggja, hvørjar fíggjarligar avbjóðingar eru, og hvussu skipanin er skrúvað saman løgfrøðiliga, umframt hvørja ávirkan tílík bygging kann fáa á íbúðaspurningin og onnur samfelagsviðurskifti í tí sambandi.

Tiltakið er ókeypis, og øll áhugað eru vælkomin at søkja sær meira vitan um lutaíbúðabygging yvirhøvur.

Fyri áhugabólkin «Lutaíbúðir»
Hans J. Hermansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo