Tað var ein fegin Manchester United fjeppi eftir dystin í kvøld, tóat Føroyar taptu móti Skotlandi.
Pápin Jón Joensen, í Sørvági, skrivar á sínum Facebook-vanga at sonurin "fekk gleðitár" tá ið hann fekk troyggjuna hjá Scott McTominay eftir dystin.
Jón Joensen sigur, at hann og sonurin sótu á niðasta rað og hevði sonurin eitt skelti við, har hann bað um troyggjuna hjá skotska landsliðsleikaranum, sum eisini leikar við Manchester United.
- Og eg sá at McTominay hevði fingið eygað á skeltið og kom eftir dystin yvir til sonin og gav honum troyggjuna.
- Óneyðugt er at siga, at bæði eg og sonurin eru Manchester United-fjeppar, sigur Jón Joensen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo