Vágatunnilin er opin aftur fyri ferðslu.
Her er mynd av grótinum sum datt undan loftinum.
Grótið er dottið undan loftinum beint áðrenn niðankoyringina Vágamegin.
John Myllhamar á Facebook: Tá ið eg um seks tíðina kom gjøgnum Vágatunnilin, leyp grót niður undan loftinum beint framman fyri bilin hjá mær. Eg náddi ikki at bremsa, og koyrdi upp í grótið. Eg veit ikki hvønn skaða botnurin á bilinum hevur fingið, má fáa hann lyftan upp. Eg ringdi til løgregluna og boðaði frá, og steðgaði bilinum á staðnum so at aðrir bilar ikki eisini koyrdu á grótið. Vandi kundi eisini vera fyri, at tað leyp meira niður undan loftinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo