Hóast korona ikki verður mett sum ein farsótt longur, er neyðugt at dagføra koronupassið so hvørt, so tað lýkur altjóða krøv.
Tað hevur fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Heilsumálaráðnum.
Í fjør kostaði koronupassið landskassanum 1,2 milliónir krónur.
Í ár kostar tað eina millión, og biðið er um eina millión í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2024, skrivar KVF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo