LGBT: Í samband við, at fyrrverandi forsetisráðharrin í Íslandi, Jóhanna Sigurðardóttir, og kona hennara, Jónína Leósdóttir luttaka og seta ársins Faroe Pride tiltak, leggur Jónína Leósdóttir bók fram um teirra felagslív. Bókaframløgan verður í Rit & Rák í SMS mikukvøldið, 26. juli 2017, kl. 19.00.
Jóhanna Sigurðardóttir gjørdist fyrsti kvinnuligi forsetisráðharrin í Íslandi í 2009 og fekk soleiðis til uppgáva at rudda upp eftir stóra húsgangin. Jóhanna gjørdist samstundis fyrsti opin samkyndur landsleiðari í heiminum. Í 2010 var íslendska forsetisráðharraparrið á almennari vitjan í Føroyum. Henda vitjan fekk nógva altjóða miðlaumtalu, tá tað frættist, at ikki øll innbjóðaðu vildu luttaka við almenna døgurðan hjá løgtinginum, tí forsætisráðharrin var samkyndur.
Í bókini ”Jóhanna og eg” viðgerð, Jónína Leósdóttir, kona fyrrverandi forsætisráðharran, sum sjálv er rithøvundur og fyrrverandi journalistur hesa serligu vitjan í Føroyum. Bókin snýr seg eisini um lív teirra saman, sum hjún, landsleiðarar, íslendskan politikk og teirra lív sum heimskendar LGBT undangongukvinnur.
Hetta er fyrstu ferð, at fyrrverandi forsetisráðharraparið vitjar aftur í Føroyum eftir nógv umrøddu almennu Føroya vitjanuna í 2010.
Bókin ”Jóhann og eg” er tiltaks á donskum og íslendskum. Møguleiki er at ogna sær bókina og fáa hana signeraða á almenna og ókeypis tiltakinum í Rit & Rák í SMS mikukvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo