Kommunulæknafelag Føroya harmast almikið, at vit í Føroyum eru afturút við at geva 3. prikið og at onki barn 5-11 ár enn hevur fingið 1 prikið.
Um kommulæknar høvdu havt loyvi at koppsett, hevði støðan verið betri. Men fyri at koppseta, má KLF hava eina avtalu, ið vit av ófatandi orsøkum ikki hava fingið enn.
KLF bað fyri uml 1 árið síðani avvarðandi myndugleikar um at gera eina avtalu við okkum um koppseting av føroyingum fyri Covid 19. Tí um avtala var, so var klárt at fara ígongd beinanvegin, tá brúk var fyri tí.
Nú er absolut tørvur á kommunulæknaskipanini at koppseta. Vit eru her og vit eru klár. Smittutalið setir met hvønn einasta dag. Tað, ið hjálpir best ímóti Covid 19 sjúkuni er koppseting. Hvussu nógv skulu gerast sjúk og møguliga tað, sum verri er, áðrenn kommunulæknaskipanin verður tikin í nýtslu?
Vit hava havt ein fund við Fíggjarmálaráðið og Heilsutrygd ígjár 3.januar. Hesin fundur var enn eitt vónbrot. Vit fingu at á fundinum ígjár at vita , at tað framvegis BERT var loyvt kommunulæknum at koppseta børn 5-11 ár fyri Covid 19. Tað ger umstøðurnar at koppseta sera truplar, tí tú skalt samla stórar bólkar av børnum til hvørja viðtalu fyri at seta á eitt koppingarglas. Ongin avtala gjørd gjørd við KLF ígjár- har vit enn einaferð høvdu smittumet.
Lat tað verða sagt enn einaferð: Vit ynskja eina avtalu um at koppseta allar aldursbólkar. Og tað avtaluna skulu vit hava.
Landstýrismaðurin hevur sagt tað sama bæði við okkum á fundi umframt í miðlunum, at kommunulæknar skulu koppseta allar Tað sær út til at onkur annar hevur aðra dagskrá, ið er at kommunulæknar ikki skulu koppseta fyri Covid 19, Hvør er tað?
Tað er helst neyðugt at broyta kunngerðina um Covid kopping, so kommunulæknar verða nevnir sum eitt økið ið kann koppseta.
Um avtala verður gjørd við okkum ídag kunnu vit byrja at koppseta ímorgin. Tað er neyðugt at meira ferð verður sett á koppingina.
Vit ynskja veruliga at veita okkara ískoyti at basa sjúkuni her á landi.
Kommunulæknarnir og teirra sjúkrarøktarfrøðingar standa spyrjandi. Hava vit ráð at lata fólk gerast óneyðuga sjúk ,tí vælkompetent fakfólk í eini tryggari skipan, ikki sleppa at koppseta?
Vit halda nei.
04.01.22
Kommunulæknafelag Føroya
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo