Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

MEGD: Aftur í ár skipar MEGD fyri almennum tiltaki á degi teirra, ið bera brek. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum í Føroyum, har serstøk myndaframsýning letur upp 3. desember kl. 15.00.

Hvørt ár verður altjóða dagur teirra, ið bera brek hátíðarhildin um allan heim. Endamálið við degnum er at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek. Víst verður á, hvussu umstøðurnar kunnu gerast enn betri við teirri vón at ávirka samfelagið soleiðis, at forðingar verða beindar av vegnum.

Tað vóru Sameidu Tjóðir, sum ásettu 3. desember at vera dagur teirra, ið bera brek. ST ásetur eisini hvørt ár eitt yvirskipað evni fyri dagin. Í 2018 er evnið „At geva fólki, ið bera brek, megd og at tryggja inklusjón og javnrætt”.

Í dag búgva 7 milliardir íbúgvar í heiminum. Fleiri enn ein milliard, ella okkurt um 15% av heimsins íbúgvum, liva við onkrum slagi av breki. Í Føroyum siga vit vanliga, at talið er um 10%.

Evnið í ár setur fokus á at geva teimum, ið bera brek, møguleika fyri inkluderandi, rættvísari og burðardyggari menning sum part av teimum 17 Heimsmálunum hjá ST. Yvirskipað verður hugsað um eina javnvág millum búskaparliga, sosiala og umhvørvisliga menning. Heimsmálini hjá ST vísa á 17 mál, sum fyri ár 2030 kunnu skapa ein betri heim. Málini plikta samstundis limalondini at taka øll við.

Í ár hevur MEGD valt at lata upp myndaframsýning við heitinum „Broyt, hvussu tú hyggur og hygg, hvussu tú broytist”. Myndaframsýningin er úrslit av samstarvi millum MEGD og kenda myndamannin Rick Guidotti, sum í september 2018 vitjaði Føroyar. Endamálið við vitjanini var at taka myndir av føroyingum, ið gerandis liva við avbjóðingum. Tær 31 myndirnar á framsýningini eru úrslit av vitjanini.

Myndirnar skulu gjøgnum persónligar søgur fáa í lag samtalur, prát og møguligt kjak um, hvussu vit síggja hvønn annan sum menniskju. Hetta verður gjørt við ynskinum um at broyta mangan upplivaða vanahugsan um fólk, ið hava avbjóðingar og onkuntíð síggja øðrvísi út orsakað av breki, sjúku ella øðrum avbjóðingum.

Á føroyavitjanini varð vitjað á Setrinum hjá lesandi sjúkrarøktarfrøðingum og á Almannaverkinum. Rick tók m.a. myndir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum, har hann hitti starvsfólk, foreldur og børn, á Skúlanum á Trøðni í Tórshavn, í Tofta Skúla, á Verkstaðnum á Brekku og útibarnagarðinum Fjallafípuni í Klaksvík.

3. desember fer Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, at røða, Rick Guidotti, myndamaður, hugleiðir um visjónina Positive Exposure, Levi Hanusarson letur framsýningina upp og kórið Xperiment syngur.

Uttan stuðlar var verkætlanin als ikki møgulig og vit takka: Sjúkrakassagrunninum, Kiwanis, Pelagos, Tórshavnar kommunu, JFK, BankNordik, Norðurlandahúsinum, Atlantic Airways, Lions Club, Skansi Offshore, Betri, Føroya Bjór, Krúnborg, Norðoya Sparikassa, Myndlist, Vónini og Mentanargrunni Landsins.

Kunning um MEGD og arbeiði teirra: www.megd.fo
Kunning um Rick Guidotti og arbeiði hansara: www.positiveexposure.org

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo