Nýggi føroyski bólkurin Kóboykex er mannaður av Sigmundi Zachariassen frá Joe & the Shitboys og Heiðriki á Heygum. Teirra fyrsta videolag “Midnight Gale” er upptikið í ymiskum føroyskum bygdum í summar. Heiðrikur hevur leikstjórnað og klipt myndbandið, og Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur upptikið.
Sigmundur er vanliga kendur frá bólki sínum Joe & the Shitboys, ið vann besti bólkur til FMA 2019, og hann er við at byggja sær stórt navn upp á uttanlanda punk scenuni. Fjøllistamaðurin Heiðrik kenna vit frá plátum hansara Funeral og Illusions, har landaplágur sum “Change of Frame”, “Monster” og “Hope You’re Crying” eru á.
Sigmundur og Heiðrikur siga, teir ætla at geva fleiri stakløg út gjøgnum komandi árið, og teir hava ætlanir um at gera videoløg til øll stakløgini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo