Tórshavnar kommuna: Karl H. Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, hittust í dag á fundi, saman við embætisfólkunum í teimum báðum kommununum.
Tosað var um m.a. royndir, ið kommunurnar gera sær, um kommunuætlanir og annað.
“Klaksvíkar kommuna og Tórshavnar kommuna, sum eru størstu kommunur í landinum, hava nógv til felags, og bæði royndir og vitan, ið vit kunnu hjálpa hvør øðrum við. Hetta gagnar eisini borgarunum í kommununum báðum”, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo