Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Mynd: KJ

Mynd: KJ

Mynd: KJ

KJ: Sólin skein oman og niðan í gjár, týsdagin 7. mei, nú enn ein máttmikil tvíkilja varð avhendað til eigara, prosjekterað og framleidd av KJ. Hesaferð varð hon veitt Cooke Aquaculture Scotland. Hetta er tvíkilja nummar 65, ið KJ hevur bygt.

Tvíkiljan fær navnið Skuda Sund, við heimstaði í Uyeasound í Hetlandi. Tvíkiljan er 18 metrar long og er hon níggju metrar breið.

Útgjørd við tveimum Palfinger Marine kranum, einum 65 tonsmetur og einum 33 tonsmetur. Tvíkiljan hevur hágóðsku navigatiónsútgerð frá eitt nú Olex, Furuno, Simrad og Garmin, og er hon sera framkomin og er útgjørd at klára allar uppgávur, hon kemur at møta á síni leið. Hon er harafturat útgjørd við tveimum FPT Cursor16 motorum, har hvør motorur hevur 750 hestakreftir. Tvíkiljan hevur eitt generatorsett, ið er 115kVA, sum er útgjørt við autostarti, so tað altíð er nóg mikið av megi á battaríunum. Takkað veri dygdargóðu útgerðini, so er tvíkiljan rúmlig, trygg og skynsom hjá manningini at arbeiða umborð á, har eisini sera nógv er gjørt burturúr góðum ljóðviðurskiftum.

Fyri KJ liggur ein serstakur stoltleiki í framleiðslu av tvíkiljum. Tað eru 25 ár síðani, at KJ framleiddi eina tvíkilju á fyrsta sinni. Tað var tvíkiljan Sneis, sum í 1999 var bygd og latin P/F Sjólaksi í Kollafirði. Sostatt hevur KJ bygd 65 tvíkiljur uppá 25 ár.

“Vit eru sera stolt av, at áhaldandi vera størsti veitari av tvíkiljum í Føroyum. Vit eru takksom fyri ta álit, ið vit hava fingið, ár eftir ár, frá okkara kundum og samstarvsfeløgum. Vit eru altíð klár at veita fleiri tvíkiljur, útgerð og vørur annars, til alheimsalivinnuna,” sigur Viggo Johannesen, stjóri hjá KJ.

Um KJ
KJ varð stovnað í 1978 og er ein fyritøka, sum er rótfest í Føroyum, við deildum á Kambsdali og í Tórshavn, umframt eina innkeypsdeild í Danmark. KJ veitir vørur og tænastur til alivinnuna, fiskivinnuna og aðrar vinnur á landi, s.s. flutningsvinnuna og byggivinnuna. KJ hevur fleiri kundar uttanlands, eitt nú í Noregi, Skotlandi, Hetlandi og Íslandi.

Myndir: KJ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo