Fyrr í ár skipaði Íverksetarahúsið í samstarvi við Barna og Útbúgvingarmálaráðið fyri árligu Skúla FM kappingini, har ið skúlanæmingar úr framhaldsdeildini úr øllum landinum kappast í íverksetan.
Vinnarin av Skúla FM 2023 í íverksetan gjørdist Wull, ið hevði framleitt eina ulla-rullu og ulla-haldara, sum kann brúkast til eplaveltur ella aðrar veltur. At brúka ullina til at velta við, hevur við sær eina betri úrtøku og góðsku.
Stovnararnir av bólkinum Wull eru; Durita Feilberg Lamhauge, Jenny Maria Briansdóttir og Miriam Blábjørg Poulsen, sum allar ganga í 10. Flokki í Tofta- og Runavíkar kommunuskúla.
Danmarksmeistaraskap
Sum vinnarar av SkúlaFM fekk Wull samstundis møguleika at kappast um Danmarksmeistaraheitið. Tað er í kappingini Next Level, sum Fonden for Entreprenørskab skipar fyri, har kappast verður við skúlanæmingar runt um í Danmark og úr Grønlandi.
Í kappingini um DM í íverksetan verður stórur dentur lagdur á at luttakararnir duga at flætta heimsmálini hjá ST fyri burðardyggari menning upp í verkætlanirnar. Tey skulu samstundis duga at vísa á, hvussu teirra verkætlan kann verða til gagns fyri altjóða samfelagið, tá tað kemur til burðardygd.
Kappingin um Danmarksmeistaraheitið verður í Kolding hósdagin 20. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo