Smápartafelagið Navigare Shipping í Runavík hevði eitt gott ár í fjør. Heilar 31 mió kr lógu eftir á botnlinjuni samanborið við smáar 12 mió kr árið fyri.
Navigare Shipping fæst sum navnið bendir á við shipping bæði í Føroyum og uttanlands.
Leiðslan er nøgd við úrslitið og viðgongur, at tað er nakað betri enn væntað. Hon sigur, at framtíðin sær bjørt út, og verður helst á sama støði sum 2022.
Fíggjarstøðan javnvigaði við 306 mió kr og eginognin var 63 mió kr.
Álvur Højgaard er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo