Forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, skal hitta varaforsetan í USA, Kamalu Harris, undir vitjanini í USA í vikuni, skrivar Reuters.
Hon verður tó ikki til staðar tá ið Netanyahu tosar í Kongressini mikudagin tí tá verður Harris í Indianapolis.
Fleiri leiðandi demokratar fara at boykotta taluna í Kongressini, men tað ávirkar ikki fundin við Joe Biden, skrivar TV2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo