Kamala Harris varaforseti hevur játtað at vilja stilla upp til forsetavalið sum verður í USA í novembur.
Hesum hevur hon boðað frá í kvøld, eftir at Joe Biden, forseti, hevur boðað frá, at hann tekur seg aftur sum forsetavalevni hjá demokratunum.
Endaligu avgerðina eigur flokkurin tó, og alt skal fáast uppá pláss áðrenn flokstingið sum verður í Chicago frá 19. til 22. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo