Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Jón Magnus Joensen hevur framsýning í Riberhús í Fuglafirði  fram til 23 september. Við á framsýningini eru 29 verk.

Áhugin hjá Jón at mála byrjaði longu, tá ið hann var 13 ár. Áðrenn tað hevði honum altíð dámt at tekna. Jón sýndi fyrstu ferð fram á Ólavsøkuframsýning sum 15 ára gamal. Síðan luttók hann mangan á hesi framsýning – eisini tá ið hon seinni varð sensurerað.

Sum 21 ára gamal sýndi hann einsamallur fram í Smiðuni í Lítluvík í Havn. Her hevur hann mangan sýnt fram síðan tá og ymsa aðrastaðni við.

Í 2003 var Jón á málaraskúla í Holbæk.

Myndevnini eru úr náttúruni bæði í bygdum og óbygdum. Ljósið spælir mangan ein leiklut.

Jón er argjamaður og býr í dag á Toftum.

Á framsýningini í Riberhús hevur Jón bæði málningar og eisini fleiri myndevni í papmaché og rammu í ymsum støddum.

Opið er gerandisdagar frá kl. 15.00 til 17.30 og leygardag frá kl. 11.00 til 14.00 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo