Jón Eirikur sýnir fram málningar á listavegginum hjá Betri í Miðvági.
Allan oktober mánaða sýnir Jón Eirikur Joensen úr Miðvági nøkur av sínum listarverkum fram.
Í dag er hann eitt kent navn innan urgutónleik, og er hann fastur urguleikari í Miðvágs kirkju.
Jón Eirikur er fjøllbroyttur málari, bæði við andlits-, náttúru- og eisini abstraktum málningum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo