Hvørt ár verða jólatrøini tendrað eini fýra vikur undan jólum og hetta verður hátíðarhildið við røðu, sangi, jólamonnum og hugna leygardagin 27. novembur.
Byrjað verður í Vatnsoyrum kl. 15.00, kl. 16.00 í Miðvági og kl. 17.00 í Sandavági.
Bjarni Prior, borgarstjóri bjóðar vælkomin, Inga Poulsen Dam, prestur sigur nøkur orð. Í Vatnsoyrum fara vit at syngja nakrar felagssangir, í Miðvági fer barnakórið í Miðgarði syngja og í Sandavági verður tað barnakórið í Saron. Aftaná koma jólamennirnir og øll børnini fáa pakka, og kommunan bjóðar kaka og bollar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo