Kórini Vágakórið og Eystanljóð, sum er heimahoyrandi í Eysturkommunu, fara sunnudagin komandi at hava tvær jólakonsertir. Hin fyrra verður í Miðvágs kirkju kl 16.00 og hin seinna í Gøtu kirkju kl 20.00
Vágakórið varð endurstovnað í 1981 og hevur verið sera virkið síðani. Ymiskir kórleiðarar hava stjórnað kórinum og í 2016 tók fuglfirðingurin Sámal Matras við sum kórleiðari og hava tey, undir hansara leiðslu, havt nógvar framførslur. Eitt nú tá krúnprinsaparið vitjaði í august í ár. Eystanljóð varð sett á stovn í 1987 og æt tá Felagskórið Gøta/Leirvík. Leif Hansen, hevur síðani 2011 verið kórleiðari hjá kórinum.
Kórini fara umframt egna skrá eisini at syngja saman. Kórini fara millum annað saman at syngja tvey verk hjá W.A. Mozart saman við strúkiorkestri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo