Klaksvíkar kommuna: Í morgun ringdi kirkjuklokkan aftur fyri at bjóða skúlabørnum til jólaguðstænastu. Eftir tvey ára steðg vegna koronu, er hesin gamli siður tikin upp aftur, at øll, íð eru knýtt at skúlanum – næmingar, lærarar og onnur við - møta í kirkjuni til guðstænastu.
Hetta var samstundis seinasti skúladagur áðrenn jól, og mundi tað vera eini 800 fólk, ið møttu upp í Christianskirkjuni í morgun.
Hanus á Gørðum, sóknarprestur, hevði eina barnavinarliga guðstænastu og skúlakórið, sum er samansett av næmingum í 1. til 3, flokk, sang tveir sangir.
Til seinast bleiv sjálvandi sungið “Gleðilig jól”, áðrenn børnini vórðu send heim í jólafrí.
Sí myndir frá jólagudstænastuni her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo