Aftur í ár verður møguleiki fyri eini hugnaligari uppliving í Bø, tá tey har taka stig til tiltakið Jól í Bø.
Í morgin byrjar tiltakið klokkan 13, tá barnakórið í Sørvági syngur. Eisini vitja Bubu, Sørvágs tónleikarafelag, Tórshavnar Manskór og fleiri onnur (sí skránna niðanfyri).
Ein av fyrireikarunum, Rannvá í Løðu, sigur við VP, at endamálið við tiltakinum er ikki at savna pengar inn, men at geva øllum familjum ein møguleika til ein hugnaligan dag við tónleiki, konsertum,sjónleiki, upplivingum og mati, og alt er ókeypis.
- Jólini eru ein kensluborin høgtíð har nógvar familjur sakna onkran tey hava mist, peningurin ikki røkkur til gerandisdagin; nógv eru sum stríðast og strevast. Tað sum vit ynskja við hesum tiltakinum, er at familjur kunnu koma til dagin og vera nærverandi við sínum, og tey skullu sleppa undan at taka støðu til at keypa hettar og hattar, men bara verða í nú´inum og njóta løtuna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo