Fríggjadagin 22. juni kl. 16 til 18 letur ein framsýning við verkum hjá Jole Cole upp í Galerie Focus.
Joel Cole er føddur 1968 í Minnesota, USA. Joel Cole vaks upp í miðjuni í Norður Amerika, í indiansku bygdini Shakopee. Umgyrdur av skógi, áum og opnum slættum lærdi hann at veiða og samla og hetta var til at vekja eitt sterkt tilknýti til náttúruna. Ein holl og djúp vitan um tað organiska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu nuancurnar ímillum konsistens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera hvat verður sett saman og hvussu. Listarligu møblarnir, standmyndirnar og vasarnir Joel skapar spæla við markið ímillum list og funktionalitet, og avbjóðar definitiónina av list hjá áskoðaranum.
“Frá at fata ríkidømi í tí brúkta tilfarinum (trænum), allan vegin líka frá kyknueginleikum og longd av livitíð, til at blíva veruliga varugur við kenslu støðuna av øllum tað ber við sær í tí listaligu prosessini, eg royni at skapa eina søgu - eina søgu sum reflekterar, ikki bara hvat tilfarið (træið) leggur upp til, men eisini eina dokumentatión av øllum í arbeiðinum fyri at skapa tað endaliga verkið. Eg trúgvi at prosessin er størri enn produktið” sigur Joel Cole.
Joel Cole kom til Føroyar á fyrsta sinni sum skiftisnæmingur í 1986, og hevur síðan stórt sæð búð í Føroyum, so í dag er eingin ivi um, at hann er føroyingur í hjartanum.
Hansara listaverk eru at finnað í privatum og almennum samlingum runt í verðini.
Framsýningin er opin til 3. juli, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18, eisini er opið eftir avtalu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo