Joe Biden tekur seg nú aftur sum forsetavalevni hjá Demokratunum.
Tað skrivar hann á X.
- Eg haldi tað vera best fyri flokkin og landið, at eg taki meg aftur og hugsavni meg um mínar skyldur sum forseti, tað sum eftir er av hesum valskskeiðnum, skrivar hann millum annað til amerikanska fólkið.
Hann skrivar, at hann seinni í vikuni fer at halda talu fyri tjóðini og greiða nærri frá síni avgerð.
— Joe Biden (@JoeBiden) July 21, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo