Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 52-054/2022 eftir tingskipanini § 52 a til Bjarna Kárason Petersen, landsstýrismann, frá Una Holm Johannesen, løgtingsmanni, um fast track og eftirlit.

Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir árliga, sum avtalað varð, tá skipanin við fast track varð sett í gildi?

2. Arbeiðir landsstýrismaðurin við nakrari ítøkiligari ætlan at styrkja eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði, enn meira?

3. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at vissa sær, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, eru kunnaðir um lønar- og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi o.a. á føroyska arbeiðsmarknaðinum?

4. Ætlar landsstýrismaðurin at skipa eitt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskari arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið, hava virðilig livikor?

5. Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða fast track-skipanina, so skipanin ikki kann fáa negativa ávirkan á føroyska arbeiðsmegi, sum á summum arbeiðsplássum verður koyrd heim, tá minni arbeiði er?

Svar til spurning 1 og 2
Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður framt fýra ferðir árliga, sum avtalað varð, tá skipanin við fast track varð sett í gildi? Arbeiðir landsstýrismaðurin við nakrari ítøkiligari ætlan at styrkja eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendingar í arbeiði, enn meira?

Tað verður regluliga framt eftirlit við arbeiðs- og uppihaldsloyvum, og var tað galdandi bæði áðrenn og eftir, at fast track-skipanin kom í gildi tann 18. november 2021.

Útlendingastovan skal frammanundan hava góðkent tær fyritøkur, sum ynskja at brúka fast trackskipanina. Tá søkt verður um góðkenning skal fyritøkan m.a. vátta, at hon fer at yvirhalda nakrar ásettar treytir, heruppií at yvirhalda løn- og setanartreytir, sum eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum. Ein slík fast track góðkenning er galdandi fyri eitt ár í senn. Tá árið er runnið skal fyritøkan søkja Útlendingastovuna um framleingjan. Verður Útlendingastovan varug við, at treytirnar ikki eru hildnar kann Útlendingastovan nokta at framleingja góðkenningina.

Útlendingastovan hevur til eina og hvørja tíð møguleika til at kanna eitt mál nærri, um hon gerst varug við, at ein góðkend fyritøka ikki yvirheldur treytirnar, og harafturat hevur Útlendingastovan møguleika at gera tilvildarligar stakroyndir og á tann hátt hava eftirlit við góðkendum fyritøkum oftari enn eina ferð árliga.

Av tí, at skipanin er so mikið nýggj, hevur Útlendingastovan enn ikki framt tilvildarligar stakroyndir. Útlendingastovan hevur tó kannað mál nærri, har Útlendingastovan er blivin varug við, at fyritøkan ikki longur lýkur treytirnar.

Styrelsen for International Rekruttering og Integration (SIRI) hevur eftirlit við, at treytirnar í arbeiðsog uppihaldsloyvum verða yvirhildnar. Eitt arbeiðs- og uppihaldsloyvi verður vanliga givið fyri 1 ár í senn, og søkjast kann um, at arbeiðs- og uppihaldsloyvið verður framlongt. Í sambandi við umsókn um framleingjan førir SIRI eftirlit við, at treytirnar eru yvirhildnar. Sostatt fer hetta eftirlitið fram árliga í øllum málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvir.

Um so er, at SIRI gerst varug við, at lønar- og setanartreytirnar ikki eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum, kann SIRI senda Útlendingastovuni málið til hoyringar. Í slíkum málum ger Útlendingastovan eina meting av, um fyritøkan bjóðar lønarog setanartreytir, sum eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum. Eitt slíkt mál kann gera

Útlendingastovuna varuga við, at ein fyritøka ikki longur lýkur treytirnar fyri at hava góðkenning til fast track. Útlendingastovan kann í hesum førum kanna hetta nærri og taka eina góðkenning aftur.

Afturat hesum árligu eftirlitunum hjá SIRI og hjá Útlendingastovuni við lønar- og setanartreytunum koma eftirlitsvitjanir, har Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og løgreglan kanna, um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi. Hesar eftirlitsvitjanir vóru eisini framdar áðrenn fast track kom í gildi. Miðað verður ímóti, at slíkar eftirlitsvitjanir skulu fremjast fýra ferðir árliga við miðvísum stakroyndum á fleiri arbeiðsplássum hvørja ferð. Landsstýrismaðurin hevur, eftir at hava samskift við Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, fingið váttan um, at neyðug orka er til at fremja eftirlitið í 2023.

Tað eru ikki ítøkiligar ætlanir um at skipa meira eftirlit enn tað, ið er nevnt omanfyri. Tó er landsstýrið farið undir at viðgerða tær avbjóðingar, ið eru á arbeiðsmarknaðar- og útlendingaøkinum.

Svar til spurning 3
Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at vissa sær, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, eru kunnaðir um lønar- og setanartreytirnar, fakfelagsrættindi o.a. á føroyska arbeiðsmarknaðinum?

Tá søkt verður um fast track góðkenning váttar arbeiðsgevarin, at viðkomandi kunnar arbeiðstakaran um treytirnar á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt er Útlendingastovan í gongd við at endurskoða kravið til hesa kunning og møguliga seta upp nýggj ella fleiri krøv til innihaldið, soleiðis at tað verður tryggjað, at allir arbeiðstakarar fáa somu kunning, óansæð hvønn arbeiðsgevara tey koma til. Tað er longu framleitt nakað av tilfari til útlendingar í Føroyum, tó skal viðmerkjast, at tað verður arbeitt við at gera enn meira tilfar, og serstakliga at framleiða tilfar til arbeiðstakaran, sum er skrivað á einum lætt skilligum máli, sum eisini verður umsett til fleiri mál. Útlendingastovan ger í løtuni nýggjan faldara til arbeiðstakaran í samstarvi við Vinnuhúsið og við umboð fyri arbeiðstakarafeløg, sum eftir ætlan verður umsettur til fleiri mál.

Svar til spurning 4
Ætlar landsstýrismaðurin at skipa eitt eftirlit við bústaðarviðurskiftunum hjá útlendskari arbeiðsmegi, so tað verður tryggjað, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða eitt tíðarskeið, hava virðilig livikor?

Landsstýrið hevur fyrr sett fram ynski um at seta krøv til bústaðarviðurskifti í málum um arbeiðsloyvi og samfylgjandi familju teirra, men Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur gjørt tað greitt, at tað krevur eina lógarbroyting, sum setur í gildi eina reglu, ið bert er galdandi fyri Føroyar, tí ein slík regla finst ikki í donsku útlendingalógini.

Svar til spurning 5
Ætlar landsstýrismaðurin at endurskoða fast track-skipanina, so skipanin ikki kann fáa negativa ávirkan á føroyska arbeiðsmegi, sum á summum arbeiðsplássum verður koyrd heim, tá minni arbeiði er?

Í sambandi við at avtalan um fast track varð sett í gildi, varð eingin lógarbroyting gjørd í útlendingalógini, tí fast track-skipanin er gjørd innan karmarnar av galdandi útlendingalóg. Tí er tað ikki fast track-skipanin í sær sjálvum, sum er atvoldin til, at føroysk arbeiðsmegi verður koyrd heim á summum arbeiðsplássum, tá ið minni arbeiði er.

Um ynski er at broyta viðurskiftini, t.d kravið um eina arbeiðsviku á 40 tímar, krevst, at útlendingalógin verður broytt og stórir partar av skipanini verða endurskoðaðar.

Løgmálaráðið, 1. februar 2023
Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo