Sesongin er bert fýra dystir gomul men hyggja vit í Premier League-tabellina so gerast nokk fleiri bilsin.
Tí har liggur Brighton á einum fjórðaplássi.
Tað eru trý stig fleiri enn Chelsea, fimm stig fleiri enn Manchester United og seks stig fleiri enn Liverpool.
Onkur sigur kanska at orsøkin er, at Brighton hevur havt lættar dystir, men tey við eitt sindur av skili fyri fótbólti geva einum persóni alla æruna fyri góðu úrslitini, og tað er venjaranum Graham Potter.
Brighton hevur vunnið móti Manchester United (2-1), West Ham (2-0) og Leeds (1-0) og leikt 0-0 móti nýríka Newcastle.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo