Fólkaheilsuráðið: Um allan heim verður á hesum degi varpað ljós á tær stóru avleiðingar, sum royking hevur við sær. Ikki serliga hugalig kunning, nei, tó so kanska kann júst hesin dagur gerast serstakliga jaligur.
Kanska kann hetta gerast dagurin, tá tíni lungu umsíðir fáa frí frá yvirarbeiði ígjøgnum langa tíð.
Hetta kann tykjast óveruligt fyri mong, ið eru bundin av tubbaki.
Tó so, onki er ómøguligt um vit eru fleiri um tað. Hesin dagur kann tí vera eitt gylt høvi at savnast í besta ABC anda og siga, at saman kunna vit leggja av at roykja á ein stuðlandi og meiningsfullan hátt.
Ja kanska verður hesin dagur tín fyrsti roykfríi dagur restina av lívinum.
Les meira um ABC fyri sálarliga heilsu her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo